- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dømdir fyri ecstasy-smugling
Dømdir fyri ecstasy-smugling
Tveir menn eru dømdir fyri at smugla ecstasy-tablettir, ið kundu verðið seldar fyri 200.000 krónur í Føroyum
17.02.2017 - 10:39
Føroya rættur hevur dømt tveir menn ávikavist átta og 14 mánaðar fongsulsrevsing fyri at smugla ecstasy-tablettir. Tað skrivar TAKS á Facebook.
TAKS skrivar, at talan var um 77 og eitt hálvt gramm av rúsevninum, og revsingin fyri tað er hørð í Føroyum.
Menninir, sum eru dømdir, skuldu hava brævið við tablettunum, ið varð sent til ein bústað í Føroyum, men ein tollari hjá TAKS fann brævið á posthúsinum í Havn.
TAKS sigur, at tablettirnar høvdu kunnað verið seldar fyri góðar 200.000 krónur á svarta marknaðinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV