Minnast Birnu Brjánsdóttir í Nuuk

Minnast Birnu Brjánsdóttir í Nuuk
Í kvøld klokkan 19 grønlendska tíð tendra fólk í Nuuk kertuljós fyri at minnast Birnu Brjánsdóttir
Grønlendingar skipa fyri minningarløtu í Nuuk í kvøld
Mynd: sermitsiaq.ag  
 
22.01.2017 - 21:17

20 ára gamla kvinnan varð funnið deyð um middagsleitið í dag. Løgreglan í Íslandi metur, at hon er dripin. 

- Hetta er eitt mál, sum ávirkar meg, eins og restina av fólkinum, sera nógv, sigur Aviaja E. Lynge, sum á facebook tók stig til at savna saman fólk.

       Les eisini: Illgrunin til varðhaldsfongslaðu styrktur

- Tú hevur kensluna av, at tú fært einki gjørt, tá slíkt ótýdligt hendir, sigur Aviaja E. Lynge við Sermitsiaq.ag. - Tí haldi eg, at vit skulu sýna samhuga við íslendska fólkinum, sigur hon.

       Les eisini: Líkið av 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir funnið

Hugskotið er farið til aðrar býir í Grønlandi. Í Qaqortoq og Tasiilaq eru fyrireikingar eisini í gongd til minningarløtu.

- Vit hava tætt tilknýti til Ísland, og tað kennist væl at kunnu vísa samhuga á henda hátt, nú vit ikki kunnu gera annað, sigur Aviaja E. Lynge.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Mánadag 10. februar
Morgunlestur mánadagur 10.februar 2025
186664
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371