- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkel ynskir semju við Trump
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/angela_merkel_merkel_ap.jpg?itok=LTI4PWX8)
Týski kanslarin, Angela Merkel, ætlar at finna semju við Donald Trump um handil og hernaðarútreiðslur.
Tað sigur hon í viðmerking til røðuna, sum amerikanski forsetin helt í gjár, skrivar tíðindastovan Reuters.
Angela Merkel nevnir eisini í dag, at hon fer at arbeiða fyri at varðveita týdningarmikil viðurskifti millum Evropa og USA - eitt nú fíggjarviðurskifti og hernaðarlig viðurskifti.
- Viðurskifti handan Atlantshav verða ikki minni týdningarmikil komandi árini, enn tað tey hava verið seinnu árini. Tað fara eg at virka fyri, segði Angela Merkel millum annað í dag.
Stúrin varakanslari
Týski varakanslarin, Sigmar Gabriel, er ikki eins blíður og kanslarin um útmeldingarnar hjá Trump um at minka samhandilin við Evropa og Asia í eini roynd at tryggja amerikansk arbeiðspláss.
Sigmar Gabriel, sum eisini er handilsráðharri í stjórnini hjá Angelu Merkel, endurtekur í dag, at Evropa kann vænta eitt torført tíðarskeið, ger USA álvara av ætlanunum at firrast frá Asia og Kina.
- Ætlar USA at byrja eitt handilskríggj móti Kina og Asia, so standa vit sum evropearar og týskarar til reiðar at gerast samstarvsfelagar, sigur varakanslarin í samrøðu við rásina ZDF og leggur afturat, at Evropa og Týskland hava tørv á eini miðvísari handilsætlan mótvegis Asia og Kina.