- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú byrjar sakarmálið móti kommunulækna
Mánadagin byrjar sakarmálið móti einum kommunulækna, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á fleiri kvinnur, sum vóru til kanningar.
Føroya rættur hevur til samans sett fýra dagar av til rættarmálið móti kommunulæknanum; mánadagin, týsdagin, hósdagin og fríggjadagin í næstu viku.
Kommunulæknin er ákærdur fyri 11 lógarbrot móti 10 kvinnum frá 2010 til 2014. Hann er millum annað ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á kvinnurnar, tá tær vóru til kanningar.
Noktar seg sekan
- Hann (ákærdi, red.) tvíheldur um, at læknaligu kanningarnar eru farnar rætt fram, og at talan er um misskiljingar. Tað segði Bjørn á Heygum, verji, sambært útvarpinum í august.
Verjin hevur eisini hartað ákærumyndugleikan, tí kommunulæknin var skuldsettur í tvey ár áðrenn ákæruritið varð skrivað liðugt. Tað er átaluvert sambært verjanum.
- Tað er ein ótrúlig byrða hjá ákærda at bíða so leingi. Myndugleikarnir hava skyldu at bera seg so skjótt at sum gjørligt, so borgarin ikki líður óneyðugt, segði Bjørn á Heygum.