- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu fáa stuðul til útbúgving uttanlands
Persónar við autismu, og sum hava miðnámsskúlaprógv, skulu í serligum førum fáa stuðul til førleikagevandi útbúgving uttanlands, um so er, at hóskandi tilboð ikki eru í Føroyum.
Almannamálaráðið hevur gjørt eitt uppskot um broytingar í lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum nú er sent til hoyringar.
Skotið verður eisini upp at hækka lønarískoytið til fólk í tillagaðum starvi umleið 5.000 krónur um mánaðin, úr góðum 17.000 upp í 22.000 kr. um mánaðin.
Taka prógv í summar
Næmingarnir í serflokkinum í Hoydølum hava autismu. Teir byrjaðu í 2013, og taka miðnámsskúlaprógv í summar.
Hjá hesum næmingum tekur tað fýra ár at taka miðnámsskúlaprógv. Flestu næmingarnir vóru yngri enn 18 ár, og búðu heima hjá foreldrum, tá teir byrjaðu í serflokkinum.
Men nú teir eru vorðnir eldri, verður hetta ikki hildið at vera ein nøktandi loysn.
Teir hava tørv á stuðli í gerandisdegnum, og tí skal ein fyriskipan samskipast við eitt búðtilboð, sama um skipanin verður í Føroyum ella uttanlands, sigur Almannamálaráðið í viðmerkingunum til uppskotið.
125 fólk í tillagaðum starvi
Hin parturin av uppskotinum er um at hækka inntøkuna hjá persónum í tillagaðum starvi, sum í løtuni hava inntøku, ið er lægri enn sáttmálalønin.
Í oktober í fjør vóru 125 fólk í tillagaðum starvi, og miðalinntøkan hjá teimum er umleið 25.500 kr. Tá er lønarískoytið íroknað.
Umleið helvtin av teimum, sum eru í tillagaðum starvi, fáa nærum fulla sáttmálaløn. Tey fáa kortini ikki eftirløn av lønarískoytinum.
Almannamálaráðið sigur, at lógarbroytingin ávirkar ikki helvtina av teimum 125 fólkunum, sum eru í tillagaðum starvi.
Hin helvtin fær úr 100 upp í 5.000 kr. meira um mánaðin. Tó eru tað bara heilt fá, sum fáa upp í 5.000 kr. meira um mánaðin.