Hava bíðað í fimm tímar

Hava bíðað í fimm tímar
Fólk eru illa fyri eftir at hava bíðað í fimm tímar, sigur Árni Jacobsen, sum lovar at Landsverk ikki gevst fyrr enn øll eru fingin leys av kavanum.
 
12.01.2017 - 22:08

Enn standa bilar fastir á Sandavágshálsi og Velbastaðvegnum, og tað leggjast bara bilar aftrat. Tað sigur Árni Jacobsen økisleiðari á Landsverki. Hann lovar, at Landsverk ikki gevst fyr náttina fyrr enn øll eru sloppin leys av kavanum.

Summi eru illa fyri eftir at hava sitið í køldu bilunum so leingi, og tað er avgerandi, at tey ikki sløkkja bilin, sigur Árni Jacobsen.

Sløkkja tey bilin, kann tað vera ringt at starta hann aftur, og tað er týdningarmikið at halda hitanum. Fólk skulu eisini vera sitandi í bilinum og ikki fara til gongu, sigur Árni Jacobsen.

Tað hevur gingið strilti hjá Landsverki at fáa allar bilarnar leysar, millum annað tí at ein gravimaskina hjá Landsverki fór útav vegnum. Tað er ringt at sleppa framat, millum annað tí at kavin er ein metur tjúkkur, sigur Árni Jacobsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV