- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alivinnan størstu framgongdina
Í landbúnaðinum er vøksturin næstan 14%, meðan afturgongdin í ráevnisvinnuni var næstan 20 prosent. Men hetta eru smáar vinnugreinar, og tá er skjótt hvønn vegin.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at í størru vinnugreinunum í landinum er størsta framgongdin í alivinnuni. Í oktober høvdu 1.074 fólk sína høvuðsinntøku í alivinnuni.
Greinin heldur fram niðanfyri
Hetta eru 88 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er 8,9 prosent. Eisini í kommununum er stórur vøkstur, nú arbeiða 248 fleiri í kommununum ella hjá ríkinum, sammett við oktober 2015.
Ein av orsøkunum til vøksturin í kommununum man vera, at eldraøkið nú verður rikið av kommununum, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni.
Færri løntakarar í fiskivinnuni
Byggivinnan hevur eisini ein vøkstur upp á yvir 100 løntakarar. Í oktober starvaðust 1.894 fólk í byggivinnuni, tað eru 101 fleiri enn sama tíðarskeið árið fyri. Hetta er 5,6 prosent í vøkstri.
Í fiskivinnuni er ein afturgongd í talinum á løntakarum. 26 færri fingu sína inntøku frá fiskiskapi, 34 færri frá sjóflutningi og 70 færri frá fiskavøruídnaðinum. Afturgongdin er millum 1,7 og 4,7 prosent.
Í heilsu- og almannaverkinum eru stívliga 100 færri fólk til arbeiðis, helst lutvíst av, at eldrarøktin nú eru undir kommununum.