- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tóku minni laks í fjør
Tóku minni laks í fjør
Føroysku alifeløgini tóku 66.559 tons av laksi í fjør, 470 tons minni enn í 2015. Talan er um kruvda vekt

Alifeløgini tóku minni laks í fjør enn í 2015. 2014 er framvegis metárið
10.01.2017 - 08:04
2014 er framvegis metárið. Tá vórðu stívliga 70.000 tons tikin, upplýsir Havbúnaðarfelagið.
Miðalvektin á kruvda laksinum í fjør var 5,10 kilo. Tað er nakað minni enn í 2015, tá miðalvektin var 5,38 kilo, sum er metið higartil.
Aliráðstevnan hjá Havbúnaðarfelagnum í ár verður 3. mars.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV