Keypa nýtt skip

Keypa nýtt skip
P/f Næraberg í Klaksvík hevur søkt Fiskimálaráðið um loyvi at innflyta uppsjóvarskip. Felagið arbeiðir við at keypa eitt nýtt skip
P/f Næraberg arbeiðir við at selja Næraberg og Slættaberg og keypa skip fyri pengarnar, sum fáast fyri tey bæði skipini
 
10.01.2017 - 12:23

Hanus Hansen, reiðari, sigur, at arbeitt verður við at keypa skip uttanlands, men einki er avgjørt enn. Ætlanin er at selja Næraberg og Slættaberg og keypa skip fyri pengarnar, sum fáast fyri tey bæði skipini.

Slættaberg liggur. Hann hevur einki fiskiloyvi. Tvey uppsjóvarskip komu í føroyska flotan leygardagin.  Annað er Hoyvík hjá Thor Fisheries, og hitt er Høgaberg hjá Framherja.

Sambært keypssáttmálanum kostaði Hoyvík 16 milliónir krónur norskar, sum eru 13,2 milliónir í okkara pengum. Høgaberg kostaði 219 milliónir norskar, 180,7 milliónir føroyskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114