Mæla til at broyta loðslógina

Mæla til at broyta loðslógina
Nú loðslógin hevur virkað í fýra ár, er vorðið greitt, at ein skipabólkur hevur loðsskyldu, sum ikki eigur at hava hesa skylduna
Vinnumálaráðið mælir til at broyta loðslógina, so føroysku handilsskipini, sum eru styttri enn 100 metrar, sleppa undan loðsskylduni
 
10.01.2017 - 08:18

Tað eru tey føroysku handilsskipini, ið eru styttri enn 100 metrar. Vinnumálaráðið mælir nú til at broyta loðslógina, so hesi skipini sleppa undan loðsskylduni. 

Teimum nýtist ikki at hava loðs, tá tey sigla inn í havnir í Føroyum og úr teimum aftur, tí skiparin er væl kendur í Føroyum.

Vilja ikki geva undantaksloyvi

Onkur undantøk eru í lógarbroytingini, til dømis lítil handilsskip, sum sigla við vandamiklum farmi.   

Tá loðslógin var til hoyringar í 2012, helt Reiðarafelagið fyri farmaskip, at øll handilsskip undir føroyskum flaggi eiga at sleppa undan loðsskyldu. 

Men tað vildi Vinnumálaráðið ikki tá, tí nógv handilsskip eru í FAS, altjóða skipaskránni. Hetta eru skip, sum ongantíð ella heilt sjáldan koma í føroyska havn.

Kommunurnar missa inntøkur

Vinnumálaráðið sigur nú, at tá lógin varð gjørd í 2012, varð ikki ansað eftir, at nøkur handilsskip fara inn í nógvar havnir í Føroyum, upp í 36 havnir. 

Loðsskipanin er fíggjarliga og umsitingarliga tyngri hjá hesum handilsskipum og umsitingarliga tyngri fyri stovnin, sum gevur loðsfrítøku, enn væntað og ætlað, tá lógin kom. 

Okkurt reiðarí hevur upplýst, at skiparar hjá teimum skulu hava upp í 20 loðsfrítøkuloyvi. Uppskotið um lógarbroytingina ger, at kommunur fara at missa inntøkur, tí loðsgjøldini verða færri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114