- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fakfeløg lýsa mynstringarbann
Tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, men teir, sum hava biðið sær kjans, skulu ikki gleða seg ov tíðliga.
Skipið kemur til Føroyar um vikuskiftið, men tað verður ikki við vælsignilsi frá fakfeløgum, at føroyingar sleppa at mynstra við nýggja skipinum.
Sáttmáli ikki hildin
Fiskimannafelagið, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið nokta limum í fakfeløgunum at mynstra við skipinum, siga tey í fráboðan.
"Við hesum banna undirritaðu manningarfeløg limum sínum at mynstra við nýggja uppsjóvarskipinum Hoyvík, so leingi ongin avtala er við reiðaríið um manningarviðurskiftini, og galdandi sáttmáli tískil ikki verður hildin."
Tað siga tey trý fakfeløgini í felags fráboðan. Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur uppsjóvarskipið, Hoyvík, sum kemur til landið um vikuskiftið. Skipið er keypt úr Noregi.