Samskifta við fleiri flogfeløg um flúgving

Samskifta við fleiri flogfeløg um flúgving
Í mars byrjar SAS føroyaflúgving, og í mai skotska flogfelagið, Loganair. Fleiri onnur flogfeløg eru kanska á veg higar eisini
Tað er ikki óhugsandi, at onnur flogfeløg enn SAS og Loganair eisini byrja føroyaflúgving, sigur stjórin í Vága Floghavn
 
05.01.2017 - 10:13

- Ein floghavn við meira enn 292.000 ferðafólkum skuldi verið ein lønandi møguleiki hjá flogfeløgum, sigur Jákup Sverri Kass, við check.in.dk

Sostatt er ikki óhugsandi, at onnur flogfeløg enn SAS og Loganair eisini eru áhugað í at byrja føroyaflúgving, sambært stjóranum í Vága Floghavn.

Fyrireika seg til øktu ferðsluna

- Tað er greitt, at vit samskifta við nøkur europeisk flogfeløg, og tað arbeiðið heldur fram í 2017, sigur Jákup Sverri Kass við check-in.dk

Í løtuni verður parkeringsplássið víðkað, og umstøðurnar inni í terminalinum skulu eisini fyrireikast til øktu ferðsluna á flogvøllinum.

SAS byrjar flúgving upp á Føroyar í mars, og skotska Loganair í mai. Áður hava eisini KLM og Norwegian kannað møguleikar at byrja føroyaflúgving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114