Siga »nei« til hjálp

Siga »nei« til hjálp
Hóast Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at føroyingar vilja ikki hava pengar úr Íslandi, heldur innsavningin har fram
Poul Michelsen, landstýrismaður, sum fyrst ráðførdi seg við løgmann, hevur svarað íslendingum, at føroyingar ikki hava brúk fyri hjálp, nú íslendingar eru farnir at savna pening inn eftir jólaódnina
 
03.01.2017 - 08:00

Íslendski uttanríkisráðharrin, Lilja Dögg Al­freðsdóttir, skrivaði í gjár á Facebook, at hon hevði tosað við Poul Michelsen, landsstýrismann, og boðið føroyingum fíggjarliga hjálp frá stjórnini í Íslandi.

Greinin heldur fram niðanfyri

Men landsstýrismaðurin, sum fyrst hevði ráðført seg við løgmann, svaraði, at føroyingar høvdu ikki brúk fyri hjálpini, tí tryggingarnar taka við og rinda fyri nógvu skaðarnar, sum hendu í ódnunum á jólum.

Addy Steinarss, sum sjálv onnur tók stig til at savna pening til Føroya, sigur við Morgunblaðið, at innsavningin heldur kortini fram, tí tær ivast ikki í, at pengarnir fara at koma væl við onkra staðni í Føroyum.

SÍ EISINI Íslendingar vilja hjálpa

Hon sigur, at kanska fáa bjargingarfeløgini í Føroyum pengarnar. Í gjár vóru til samans savnaðar 250.000 krónur í okkara pengum. Tá hevði innsavningin varað í fýra dagar. Onkur einstaklingur gav 6.400 krónur

Addy Steinarss, sum saman við Rakel Sig­ur­geirs­dóttur byrjaði innsavningina, sigur við Morgunblaðið, at tær hava einki frætt frá politiska myndugleikanum í Íslandi, hóast tær heittu á øll altingsfólk tann 27. desember um at stuðla føroyingum.

Tá tær einki frættu haðani, fóru tær undir innsavningina, sum heldur fram í hvussu so er alla hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV