- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægsti oljuprísur í hálvtannað ár
Hægsti oljuprísur í hálvtannað ár
Prísurin á olju úr Norðsjónum hækkaði í gjár. Oljuprísurin hevur ikki verið so høgur síðani juli 2015

Prísurin á Norðsjóvarolju hækkaði í morgun til tað hægsta sum hann hevur verið síðani á sumri í 2015. Á myndini ein boripallur við bryggju í Invergordon í Skotlandi
03.01.2017 - 14:34
Prísurin á olju úr Norðsjónum hækkaði upp í góðar 58 dollarar fyri tunnuna og prísurin av olju úr USA upp í góðar 55 dollarar fyri tunnuna.
Orsøkin er, at londini í OPEC eftir øllum at døma halda avtaluna, sum varð gjørd nakað fyri ársskiftið, at minka um søluna av olju.
Kuwait hevur boðað frá, at landið fer at minka sína sølu av olju við 130.000 tunnum um dagin í januar. Samstundis hevur Oman boðað frá, at landið fer at selja 970.000 tunnur av olju í januar í 2017.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV