- Tíðindi, mentan og ítróttur
35 diplomatar vístir úr USA
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/obama.jpg?itok=rIbbYwR9)
Amerikanski forsetin, Barack Obama boðaði hóskvøldið frá, at 35 russiskir diplomatar hava fingið boð um at fara úr USA, og teir skulu vera farnir í seinasta lagi um 72 tímar.
Orsøkin til avgerðina skal fyrst og fremst finnast í, at Rusland legði seg útí amerikanska forsetavalið ígjøgnum internetið, og sum helst var orsøkin til, at Donald Trump vann forsetavalið.
Og so hava russisku myndugleikarnir nærmast jagstrað starvsfólk á amerikansku sendistovuni í Moskva í langa tíð.
Russland fer at svara aftur
Barack Obama boðaði samstundis frá, at ein frágreiðing um russisku framferðina í amerikanska forsetavalinum er um at vera liðug, og at hon verður løgd fyri kongressina.
Amerikanskir miðlar skriva, at avgerðin um at vísa 35 russiskum diplomatum úr USA, er ógvusligasta avgerðin nakrantíð, og eitt tekin um at viðurskiftini ímillum USA og Rusland eru alt annað enn góð.
Rusland hevur longu boðað frá, at landið fer at svara aftur uppá amerikansku avgerðina um at vísa diplomatunum úr landinum.
Tað sigur ein talsmaður fyri Kreml. Hann vísir á, at tað verður russiski forsetin, Vladimir Putin, sum tekur endaligu avgerðina um tað.