- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj flogleið í summar
Nýggj flogleið í summar
Tíðliga í summar fer at bera til at flúgva beinleiðis millum Estland og Føroyar, tá eitt felag byrjar leiguflúgving

Ein fyritøka í Estlandi ætlar at byrja leiguflúgving millum Estland og Føroyar í summar
28.12.2016 - 11:48
Talan verður ikki um rutuflúgving, men um sonevnda charter ella leiguflúgving, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn við útvarpið.
Ein estisk ferðaskrivastova hevur fingið túrarnar í lag, men enn vil Jákup Sverri Kass ikki siga, hvat flogfelag skal røkja flúgvingina.
Estiska felagið var royndartúr í Føroyum herfyri, og tá gekk alt sum tað skuldi, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, við útvarpið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV