- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keypa nýtt skip
Keypa nýtt skip
Reiðaríið Framherji í Fuglafirði hevur keypt enn eitt skip. Talan er um norska nótaskipið Torbas, sum varð bygt fyri tveimum árum síðani

Framherji í Fuglafirði hevur keypt Torbas, skipið á myndini, sum varð bygt í Noregi í 2014
Mynd: Sunnmørsposten
28.12.2016 - 14:06
Skipið hevur havt heimstað í Måløy, haðani blaðið Fjordenes Tidende hevur tíðindini um keypið. Torbas varð bygdur í Norra í 2014.
Skipið er 69 metrar langt, 15 metrar breitt og lastar góð 2500 tons brutto. Umframt nýggja skipið, fevnir Framherji um nótaskipini Fagraberg og Høgaberg og flakatrolaran Akraberg.
Nýggja skipið kemur í flotan fyri Høgaberg, og keypsprísurin er um 200 milliónir krónur. Torbas kemur til Føroya fyrst í januar, skrivar jn.fo.
Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa samband við Anfinn Olsen, stjóra í Framherja, til tíðindasendingina á døgurða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV