Fáa kanska endurgjald fyri tunlar

Fáa kanska endurgjald fyri tunlar
Løgfrøðingar kanna nú, um Havsbrún kann fáa endurgjald frá Fuglafjarða kommunu fyri goymslutunlar
Býráðið í Fuglafirði skal kanna, um tað kann lata Havsbrún endurgjald fyri tunlar, sum kommunan hálva vegna noyddi Havsbrún at gera
 
28.12.2016 - 16:17

Býráðið í Fuglafirði skal kanna, um tað kann lata Havsbrún endurgjald fyri tunlar, sum kommunan hálva vegna noyddi Havsbrún at gera, tí kommunan seldi øðrum tunlarnar, sum Havsbrún leigaði frá kommununi.

Leigusáttmálar við Havsbrún langt fram í tíðina bundu kommununa. Málið er ikki liðugt, siga báðir partar.

Báðir partar bíða eftir, hvat løgfrøðin sigur um endurgjald fyri mistu tunlarnar. Fyri at geva Havsbrún eitt slag av endurgjaldi lækkaði býráðið vørugjaldið.

SÍ EISINI Ikki grundarlag at selja frystitunlar uttan útboð

Í døgurðatímanum tann 12. desember fekk Fuglafjarðar kommuna ein teldupost frá Havsbrún.

Tað var eitt yvirlit, eykakostnaðurin fyri arbeiðið hjá Havsbrún at gera tveir goymslutunlar, fimm milliónir krónur.

Tríggjar dagar seinni var býráðsfundur í Fuglafirði. Har vóru nógv uppskot, bæði frá nevndum býráðsins og frá Sigurdi Simonsen, býráðslimi.

SÍ EISINI Tunlarnir í Fuglafirði seldir

Tá fundurin var liðugur, hevði býráðið avgjørt at kanna, um býráðið kann lata Havsbrún endurgjald, tí Havsbrún ikki kann brúka tunlarnar, sum kommunan hevur selt øðrum, tí Havsbún leigaði tunlarnar til ávikavist 2024 og 2030.  

Tað ber tó neyvan til sambært kommunustýrislógini, tí kommunur kunnu ikki stuðla vinnulívinum við pengum. Havsbrún hevur tó gjørt tveir nýggjar goymslutunlar.

Fuglafjarðar kommuna keypti grótið frá Havsbrún, 119.000 rúmmetrar fyri 13,1 millión, fyri 109 krónur rúmmeturin. Hetta hevur Innlendismálaráðið góðkent.

Lækkaðu vørugjaldið

Býráðið samtykti eisini at lækka vørugjaldið tíggju prosent, niður í 0,675 prosent av virðinum á tí fiski, sum verður landaður í Fuglafirði.

Vørugjaldið í Fuglafirði er størri enn hjá øðrum havnum. Upprunin til hetta málið er ein avgerð hjá býráðnum í Fuglafirði.  

Tá kommunan avgjørdi at selja Bergfrosti tunlarnar, sum Havsbrún leigaði, skuldi kommunan gera tveir aðrar tunlar til Havsbrún. Tí Havsbrún hevði leigusáttmálar langt fram í tíðina.

SÍ EISINI Býráðið í Fuglafirði selur frystitunlar

Tað helt Havsbrún var ein góð loysn, tí Havsbrún hevði ikki skil fyri at gera tunlar. Tað hevði kommunan, og tí var tað skilagott, at kommunan gjørdi tunlarnar.

Men kommunan slapp ikki at bora fyri landsstýrinum. Tí noyddist Havsbrún at gera tunlarnar. Teir kostaðu meira enn upprunaliga ætlað, tí serkunnleikin segði, at tunnilsloftini skuldu tryggjast við betongi. 

Tunlarnir kostaðu tí nakrar milliónir krónur meira. Men teir eru eisini, sum skilst, tað betri, og tí ber ikki til at siga, at teir gjørdust dýrari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114