- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkatalið slær øll met
Ferðafólkatalið slær øll met
Ongantíð áður eru so nógv ferðafólk komin og farin um Vága floghavn, sum í ár, sigur floghavnin

Til samans 289.316 ferðafólk hava higartil í ár brúkt Vága floghavn. Samstundis er eisini greitt, at ferðafólkatalið setir met í ár
27.12.2016 - 15:02
- Tað verður enn einaferð staðfest, at tær íløgurnar, sum eru framdar í føroyska flogvinnu seinastu árini, saman við búskaparvøkstrinum, bera ávøkstur til frama fyri føroyska flogvinnu.
Tað sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, nú tað er greitt, at Vága floghavn í 2016 fer at seta met í ferðafólkatalinum.
Higartil í ár, nú fýra ferðadagar eru eftir í árinum, hava 289.316 ferðafólk brúkt Vága floghavn. Til samans 276.385 ferðafólk brúktu floghavnina í 2015, skrivar fae.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV