- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa nógvan krabba
Fáa nógvan krabba
Norðmenn fáa nógvan krabba í Barentshavinum. Tey 15 skipini, sum hava roynt í ár, hava fingið 5.500 tons, og tað er met

Norðmenn fáa nógvan krabba í løtuni. Útlendsku skipini sleppa ikki at royna eftir krabbanum, norðmenn fiska í Barentshavinum
27.12.2016 - 08:05
Nógv tað besta skipið er Prowess, sum higartil hevur fingið næstan 2.000 tons. Skipið var eisini í Barensthavinum á jólum.
Polarstar, sum er gamla Fríðborg, fekk knappliga 110 tons, upplýsir norska fiskimálaráðið.
Útlendingar sleppa ikki at fiska
Útlendsk skip sleppa ikki at royna eftir krabba í Barentshavinum. Føroyska krabbaskipið Fríðborg varð tí selt til Noregs í mai.
Tråldrift í Tromsø keypti Fríðborg, sum nú eitur Polarstar. P/F Fríðborg eigur framvegis í skipinum, hóast tað er selt til Noregs.
Útlendsk reiðarí hava kært norsku avgerðina um at nokta teimum at royna eftir krabba til eftirlitsstovnin hjá EFTA, sum eitur ESA.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV