- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partabrøv í Faroe Petroleum seld til Ísraels
Partabrøv í Faroe Petroleum seld til Ísraels
Dana Petoleum hevur selt øll síni partabrøv fyri góðar 370 mió. kr. Delek Group í Ísrael størsti einstaki partaeigari

Faroe Petroleum virkar í Norðsjónum, bæði í bretska og norska partinum.
25.12.2016 - 11:40
Ísraelska orkufelagið Delek Group hevur keypt góð 13 prosent av partabrøvunum í Faroe Petroleum fyri slakar 43 mió. pund, góðar 370 milliónir krónur.
Delek Group hevur keypt øll partabrøvini hjá Dana Petroleum í Aberdeen, 48 milliónir partabrøv í Faroe Petroleum, so hvørt partabrævið kostar 7,76 kr.
Delek Group ætlar at styrkja seg á altjóða orkupallinum.
Delek Group verður nú størsti einstaki partaeigarin í Faroe Petroleum.
Faroe Petroleum er við í 60 boringum í Norðsjónum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV