SAS fremur sparitiltøk

SAS fremur sparitiltøk
Flogfelagið SAS hevur avgjørt at skerja tænastuna, sum felagið higartil hevur boðið ferðafólk
 
23.12.2016 - 12:12

Tann 1.januar fáa ferðafólk ikki longur ókeypis atgongd til uppihaldsstovur, lounges, á átta flogvøllum í Evropa og tann 1.februar leggjast 32 flogvøllir afturat.

Millum hesar uppihaldsstovur eru tær í Billund og Ålborg. Broytingin umfatar eisini eina uppihaldsstovu í USA og fýra í Asia. Tær uppihaldsstovur, sum SAS sjálvt rekur, vera tó framvegis tøkar hjá ferðafólki við serligum ferðaseðlum og kortum. 
SAS strikar eisini møguleikan hjá ferðafólkunum at sleppa skjótt gjøgnum trygdareftirlitð á nógvum flogvøllum.

Hesar uppihaldsstovur á flogvøllunum og møguleikan at sleppa skjótt gjøgnum trygdareftirlit eftir fast tracks vóru nakað av tí, sum SAS lokkaði við, tá felagið sendi fólk til Føroya í oktober at kunngera, at SAS fer at flúgva til Føroya tann 26.mars næsta ár.

Orsøkin til stigið hjá SAS viðvíkjandi uppihaldsstovum er sparing, tí tað kostar hjá SAS at sleppa upp í part í uppihaldsstovum, sum onnur eiga og reka, og sum skilst brúka ferðafólkini hjá SAS ikki hesar uppihaldsstovur so nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114