Ónøgd um at Fiskimannafelagið er í Samtaki

Ónøgd um at Fiskimannafelagið er í Samtaki
Ikki allir fiskimenn eru nøgdir við, at felag teirra, Føroya fiskimannafelag, er limur í Samtaki
 
23.12.2016 - 09:26

Á landsfundinum hjá Fiskmannafelagnum í gjár var uppskot um, at felagið fer úr Samtaki. Men tann, sum átti uppskotið, var farin av fundinum, tá uppskotið skuldi viðgerast.

Orðstýrarin helt ikki, at uppskotið var nóg búgvið til støðutakan. Tað var komið so mikið seint, at ikki vóru stundir til at kunna limirnar nóg væl fyri landsfundin. Og uppskotið er so grundleggjandi, at tað undir øllum umstøðum eigur at sendast til frumatkvøðu hjá limum felagsins. Tað sama var galdandi um eitt uppskot um at seta sýsluformonnum, stjórnarlimunum, aldurshámark, sum er 67 ár.

Í Samtaki eru umframt Fiskimannafelagið fýra arbeiðarafeløg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117