Oljuleiting vestan fyri Føroyar

Oljuleiting vestan fyri Føroyar
Í 2019 verður farið at leita eftir olju vestan fyri Føroyar fyri fyrstu ferð. Seismiskar kanningar verða gjørdar í næsta ár og í 2018
 
18.11.2016 - 08:06

Tað staðfesti Poul Michelsen, landsstýrismaður, á oljuráðstevnuni PETEX í London.

Næsta ár og í 2019 sleppa oljufeløg aftur at søkja um at sleppa at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.

Fimta útbjóðingarumfarið í 2019

Jarðfeingi er í London fyri at seta ferð á leitingina eftir kolvetni í landgrunninum og fyri at marknaðarføra fjórða útbjóðingarumfarið, sum byrjar 17. mai næsta ár og endar 17. februar í 2018.

Tá verða loyvi at leita eystan fyri Føroyar boðin út.  Í røðu, sum Poul Michelsen helt í London í gjár, segði hann, at fimta útbjóðingarumfarið verður í 2019.

Tá verða loyvi at leita eftir kolvetni vestan fyri Føroyar boðin út. Ætlanin er at gera seismiskar kanningar vestanfyri næsta ár og í 2018.

Fáar kanningar gjørdar enn

Landgrunnurin vestanfyri er lítið kannaður enn. Poul Michelsen segði eisini í røðu sínari, at í 2021 verða leiðir nærri landi kannaðar, og tá verða eisini givin loyvi at gera kanningar á landi.

PETEX er størsta oljuráðstevna í Evropa. Fyrsta útbjóðingarumfarið í Føroyum var í 2000. Tað triðja og higartil seinasta var í 2008.

Síðani 2000 eru boraðir níggju kanningarbrunnar í føroyska landgrunninum. Harafturat eru trý vísindalig borihol og yvir 150 grunn borihol.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095