- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aliringarnir á Hovsfirði tømdir

Ætlanin er at virka fiskin á spildurnýggja kryvjivirkinum á Glyvrum, sum hevur kostað Bakkafrost út við eina milliard krónur.
Hetta merkir, at minni fiskur verður at virka á virkinum hjá Bakkafrosti í Vági, skrivar Suðuroyarportalurin á sudurras.fo
Regin Jacobsen segði fyrr í heyst við útvarpið, at virkið í Vági er ótíðarhóskandi, og verður ikki góðkent til framhaldandi rakstur.
SÍ EISINI Umhugsar at steðga laksaframleiðsluni í Suðuroy
Um tað skal loysa seg at halda lív í virkseminum á virkinum í Vági, skal Bakkafrost hava víðkað aliloyvið á Trongisvágsfirði. Um hetta ikki eydnast flytir fyritøkan framleiðsluna úr Vági til nýggja virkið á Glyvrum.
Útvarpið ætlaði at spyrja Regin Jacobsen, stjóra, um tilgongdin at flyta virksemið úr Vági er byrjað, nú Bakkafrost flytir laks úr Hovi inn á Glyvrar.
Men Regin Jacobsen ynski ikki at gera viðmerkingar til hetta í løtuni. Hann bíðar eftir, at politiska skipanin tekur støðu til, hvørji aliloyvi Bakkafrost sleppur at hava í Suðuroynni.