Hann skal fáa almenna løn

Hann skal fáa almenna løn
Helgi Dam Ziska, stórmeistari í talvi, skal fáa almenna løn, heldur løgtingsmaður, ið skjýtur upp at stovna ein lønargrunn
Helgi Dam Ziska, telvari, eigur at fáa almenna løn úr einum lønargrunni, ið skal stovnast, heldur løgtingsmaður
 
16.11.2016 - 08:08

Tað ætlar Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum. Hann hevur skotið upp, at landsstýrið skal gera uppskot um at stovna lønargrunn stórmeistara í talvi og reglur fyri virksemi hjá grunninum.

Jákup Mikkelsen sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at í Íslandi er serlig lóg um lønargrunn, sum skal tryggja íslendskum stórmeistarum í talvi fíggjarligan grundvøll.

SÍ EISINI Helgi Dam Ziska: Havi kent trýst á mær

Fæið í grunninum verður játtað á fíggjarlógini á hvørjum ári, og upphæddin, sum stórmeistarin fær, svarar til lønina, sum lektarar á lærda háskúlanum í Íslandi fáa. 

Talvmeistarar, sum fáa løn úr grunninum, hava millum annað skyldu til at undirvísa á Talvskúla Íslands. Talvsmeistararnir í Ìslandi eru at rokna sum almenn starvsfólk.

Hevur týdning fyri einstaklingaítrótt

Helgi Dam Ziska er fyrsti og einasti føroyingur, sum higartil hevur er vorðin stórmeistari í talvi. Í øllum heiminum eru umleið 1300 stórmeistarar í talvi til samans.

Jákup Mikkelsen sigur, at í fámentari tjóð sum tí føroysku hevur einstaklingaítróttin stóran týdning. 

Eitt nú hava føroyskir svimjarar staðið seg framúr væl í altjóða kappingum, og nú er ein føroyingur eisini komin í fremstu røð í telving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949