Avloysarin hjá honum funnin

Avloysarin hjá honum funnin
Jákup Sverri Kass, ið hevur verið virkandi stjóri í grønlendskum flogvallarfelag, verður 1. desember avloystur í fyribilsstarvinum
Jákup Sverri Kass, ið hevur virkað sum stjóri í grønlendskum flogvallarfelag síðani 1. juli, verður 1. desember avloystur í stjórastólinum hjá nýstovnaðum, grønlendskum felag
 
15.11.2016 - 15:46

Fyribilsstarvið hjá Jákupi Sverra Kass, sum stjóri í nýstovnaðum grønlendskum flogvallarfelag, er úti um tvær vikur, skrivar heimasíðan, Check-In.dk

Tað verður grønlendski Steffen Ulrich-Lynge, sum 1. desember tekur við stjórastarvinum í nýggja flogvallarfelagnum, Kalaallit Airports, ið varð stovnað í summar..

Heldur fram í nevndini

Jákup Sverri Kass varð í summar settur sum fyribilsstjóri í nýstovnaða, grønlendska felagnum, sum tá ikki hevði sett stjóra í nýggja flogvallarfelagnum.

Hann varð tá eisini valdur í nevndina hjá flogvallarfelagnum. Nevndarsessin varðveitir Jákup Sverri Kass, hóast hann nú fer úr fyribilsstarvinum.

Nýstovnaða flogvallarfelagið skal víðka um floghavnirnar í Nuuk og Ilulissat og byggja nýggja floghavn í Qaqortoq sunnarlaga í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114