Rindaðu leigu við útgerð

Rindaðu leigu við útgerð
Landsverki tørvaði pening at gjalda Asfaltverkinum leigu við. Tí seldi Landsverk fyritøkuni útgerð sum part av leiguni
 
14.11.2016 - 15:23

Tað váttar Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, í telefonsamrøðu við útvarpið í dag, men tað er ikki fallið í góða jørð hjá øllum.

Kappingarneytarnir hjá Asfaltverkinum vilja hava at vita, hví teir ikki vórðu spurdir, um teir vildu keypa útgerðina, áðrenn hon varð seld Asfaltverkinum. 

Nevndarformaðurin í Kreton, Suni Justinussen, segði við útvarpið fríggjadagin, at fyritøkan hevur áhuga fyri nøkrum av amboðunum, sum Asfaltverkið hevur keypt, og at Kreton hevði keypt fyri meira enn tað, Landsverk hevur fingið frá Asfaltverkinum.

SÍ EISINI Asfalteringsútgerð ikki boðin út

Tí undrast nevndarformaðurin í Kreton á, at amboðini ikki vórðu boðin út alment. Men Landsverk hevði ikki stundir at bjóða út. 

Ewald Kjølbro sigur, at Landsverk skuldi halda eina freist at gjalda Asfaltverkinum leigu, og tí varð neyðugt við skjótari loysn. 

Landsverk hevur tí selt Asfaltverkinum asfalteringsútgerð, sum Landsverk vil sleppa av við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114