Vilja ikki vátta tíðindi

Vilja ikki vátta tíðindi
Grønland er nú endaliga strandarland, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Í føroyska Fiskimálaráðnum eru tey ikki so samd
 
02.11.2016 - 12:22

Grønland er nú endaliga strandarland og verður við, tá semja skal finnast um fiskiskapin eftir makreli. Tað boðar Hans Enoksen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá í dag.

Men í Fiskimálaráðnum í Føroyum eru tey ikki so avgjørd. Har verður bara víst til, at Grønland vil vera strandarland. Aðrar viðmerkingar hevur aðalstjórin, Rógvi Reinert, ikki í dag.

Hini strandarlondini eru ES, Norra, Føroyar og Ísland. Grønland hevur bara fiskað makrel í trý ár og hevur ikki verið við, tá strandarlondini hava samráðst um makrelkvotur og býti, tí Grønland hevur ikki verið viðurkent at vera strandarland.

SÍ EISINI Strandarlondini samdust ikki

Grønland hevur tí ásett sær royndarkvotur. Men Hans Enoksen, grønlendskur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur tað vera neyðugt, at Grønland nú er strandarland.

- Sjálvsagt skulu øll londini, sum fiska makrel, vera við til samráðingarnar, um vit skulu fiska burðardygt, sigur hann við grønlendskar miðlar.

Tað er semja um, at Føroyar, ES, Ísland, Norra og Grønland áseta heildarkvotu fyri 2017 sambært langtíðar umsitingarætlanini, sum Føroyar, ES og Norra samdust um í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344