Taka undir við broytingum

Taka undir við broytingum
Trivnaðarnevndin tekur undir við, at dagpengalógin eisini skal geva fiskimonnum rætt til pening frá fyrsta fráverudegi
 
02.11.2016 - 16:53

Øll Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um at dagpengalógin eisini skal fevna um fiskimenn frá fyrsta fráverudegi. 

Samstundis verður lógin um sjúkratrygd sett fyri fiskimenn sett úr gildi. Sambært uppskotinum skulu fiskimenn bara venda sær eina ferð til eitt stað, um teir verða sjúkir ella fáa skaða.

Lógaruppskotið hevur eisini við sær, at fiskimenn ikki longur skulu sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar eftir, at teir eru komnir í land.

Somuleiðis verða persónar, sum annars eru í óhepnari støðu, og ikki høvdu rætt til dagpening, fevndir av dagpeningaskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114