Mæla frá uppboðssølu

Mæla frá uppboðssølu
Reiðarafelagið mælir landsstýrinum frá at hava nakra royndaruppboðssølu av veiðirættindum næsta ár
 
01.11.2016 - 08:12

Tað gevur snøgt sagt onga meining, sambært Reiðarafelagnum, sum í staðin mælir landsstýrismanninum og samgonguni til at hugsavna seg um at fremja ta fiskivinnunýskipan, sum skal koma í gildi 1. januar í 2018.

Reiðarafelagið vísir á, at landsstýrið ætlar at leggja uppskot um nýggja fiskivinnulóg fyri Løgtingið í vár, soleiðis at hon kann koma í gildi á nýggjárinum næsta ár.

SÍ EISINI Uppboðssøla ikki gongda leiðin

Tí gevur tað onga meining at hava eina royndaruppboðssølu í 2017, har kvoturnar verða fiskaðar fleiri mánaðir eftir at fiskivinnulóggávan er løgd fyri Løgtingið.

Reiðarafelagið mælir tí landsstýrinum til, heldur enn at skipa eina royndaruppboðssølu afturat í 2017, at krevja pengarnar inn við veiðigjøldum. 

SÍ EISINI Álitið er handað landstýrismanninum

Reiðarafelagið minnir landsstýrið á, at verandi veiðuloyvi eru einasta trygd fyri, at enn fleiri skip ikki koma inn í flotan at fiska somu fiskar. 

Tann gongdin fer bara at økja um samlaðu útreiðslurnar hjá vinnuni og harvið minka um tilfeingisrentuna til landskassan. 

Tí heldur Reiðarafelagið tað vera burturvið at loyva øðrum enn skipum við veiðiloyvi at bjóða seg fram á royndaruppboðssølu í 2017, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur róð framundir.

SÍ EISINI Arbeiðssetningurin ov smalur

- Fiskivinnan hevur ligið í andaleypi, síðani veiðuloyvini í 2007 vórðu søgd upp at fara úr gildi frá 1.januar í 2018 at rokna.

- Nú liggur tað á politisku skipanini at gera semjurnar, sum kunnu tryggja fiskivinnuni góðar karmar, soleiðis at íløguhugurin aftur verður stimbraður komandi árini, sigur Reiðarafelagið í skrivi til Løgtingið. 

Felagið heitir tí staðiliga á politisku skipanina um at hugsavna seg um sjálvt nýskipanararbeiðið og gloyma alt um enn eina royndaruppboðssølu í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114