Strandarlondini samdust ikki

Strandarlondini samdust ikki
Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild fyri 2017 eru lidnar. Tað eydnaðist ikki londunum at semjast um býtið
 
28.10.2016 - 07:54

Høvuðsmálini á hesum samráðingum vóru at royna at finna nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av hesum báðum stovnum, men tað eydnaðist ikki

Strandarlondini samdust tó um fleiri onnur mál, har serliga tvey teirra hava stóran týdning, skrivar heimasíðan hjá Fiskimálráðnum, fisk.fo

SÍ EISINI Samráðingarnar byrja í dag

Í svartkjaftinum samdust strandarlondini um nýggja langtíðar umsitingarætlan og 1.342.330 tons í heildarkvotu fyri 2017.

Í norðhavssildini samdust strandarlondini um at fasthalda gomlu langtíðar umsitingarætlanina frá 1999 og at áseta 646.075 tons í heildarkvotu fyri 2017.

Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland vóru við á fundinum, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114