Betri ár enn væntað

Betri ár enn væntað
Úrslitið fyri 2016 verður millum 175 og 200 milliónir krónur í yvirskoti og ikki 160 til 190 milliónir, sum higartil væntað, sigur BankNordik
Leiðslan í BankNordik roknar við, at árið í ár verður betri enn higartil væntað
 
27.10.2016 - 07:58

Í roknskapinum fyri triðja ársfjórðing sigur bankin, at úrslitið fyri 2016 verður millum 175 og 200 milliónir krónur í yvirskoti og ikki 160 til 190 milliónir, sum higartil væntað.

Í farna ársfjórðingin hevur BankNordik endaliga framt søluna av íslendska tryggingarfelagnum Vørði. Søluprísurin var 300 milliónir krónur, og sambært bankanum var roknskaparligi vinningurin 84 milliónir. Hesar 84 milliónirnar eru inntøkuførdar sum ein eingangsinntøka. 

BankNordik hevur heldur ikki longur áhuga í at læna pengar út til danskar vinnukundar. Bankin boðar frá, at í triðja ársfjórðingi hevur bankin sloppið sær av 140 milliónir krónur í útláni til hesar donsku vinnukundarnar, sum ikki longur eru partur av kjarnuvirksemi bankans.

Vinnulán í Danmark minkað

Til samans hevur BankNordik minkað síni vinnulán í Danmark við meira enn 1,1 milliard krónum. Sambært bankanum eru donsku vinnulánini nú umleið 310 milliónir krónur, og bankin roknar við at øll hesi lán eisini hvørva næstu árini.

Sølan av tryggingarfelagnum Vørður og lánini til donsku vinnukundarnar, sum nú eru minkað nógv, ger at BankNordik kann gjalda sínum partaeigarum eitt stórt, eyka vinningsbýti.

Á aðalfundinum til várs fer nevndin í BankNordik at mæla til, at meginparturin av 300 milliónum krónum verða útgoldnar í eyka vinningsbýti. Restin verður útgoldið, tá bankin hevur sloppið sær av seinastu donsku, vinnukundarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344