Tikin fyri ólógliga veiðu

Tikin fyri ólógliga veiðu
Myndugleikarnir í Svalbard hava illgruna um, at føroyska rækjuskipið, Havborg, hevur fiskað ólógliga í seks dagar
Rækjuskipið Havborg liggur í løtuni í Longyearbyen í Svalbard. Myndugleikarnir halda, at skipið hevur fiskað ólógliga í landnyrðing úr Spitsbergen
Mynd: Christopher Engås/Svalbardposten  
 
25.10.2016 - 14:22

Sjóverjan í Noregi hevur tikið føroyska rækjuskipið, Havborg, fyri ólógliga veiðu í landnyrðing úr Spitsbergen, skrivar Svalbardposten.

- Í løtuni er ógreitt, hvussu nógv er fiskað í stongdum sjóøki, ella hvør møguliga revsingin verður, sigur ein talskvinna fyri myndugleikarnar.

Havborg fiskaði ólógliga í Hinlopenstretet í landnyrðing úr Spitsbergen í døgunum 13. til 19. oktober er uppáhaldið hjá myndugleikunum.

Skipið liggur nú í Longyearbyen á Svalbard sambært nýggjastu upplýsingunum á heimasíðuni, MarineTraffic.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114