Samd um makrelin

Samd um makrelin
Føroyska makrelkvotan næsta ár verður 128.665 tons. Hon er 113.000 tons í ár
 
20.10.2016 - 08:47

Tað verður kvotan sambært býtislyklinum, sum Føroyar, ES og Noreg samdust um á grækarismessu í 2014. Londini samdust í gjár um fiskiskapin í 2017.

Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð at fáa Ísland ella onnur lond við í semjuna. Øll londini eru tó samd um, at heildarkvotan av makreli næsta ár verður ein millión og 21.000 tons.

SÍ EISINI Føroyingar fáa meira makrel

Á samráðingarfundinum í Írlandi boðaði Grønland hinum strandarlondunum frá, at Grønland nú er strandarland viðvíkjandi makreli. ES hevur formansskapin í makrelsamráðingunum í ár.

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni. Tær samráðingarnar verða í London, og ES hevur formansskapin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114