Firtin um »leka«

Firtin um »leka«
Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Vága floghavn, nú tað er komið fram, at floghavnin rindaði fyri ferðaseðlarnar, tá SAS helt tíðindafund í Føroyum
 
20.10.2016 - 13:46

- Eg haldi tað vera langt úti, at eitt alment partafelag fer út við upplýsingum, sum eru í trúnaði, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága floghavn, við Norðlýsið.

Útsøgnin kemur eftir at tað mikudagin kom fram, at Vága floghavn rindaði ferðaseðlarnar hjá SAS, tá flogfelagið hevði tíðindafund í Føroyum í síðstu viku.

SÍ EISINI Rindaðu fyri ferðaseðlar hjá SAS

Stjórin í Vága floghavn kennir seg sannførdan um, at tað er onkur hjá Atlantic Airways, ið hevur »likið« upplýsingarnar, skrivar Norðlýsið á heimasíðuni.

Jákup Sverri Kass hevur nú sett seg í samband við Atlantic Airways. Í løtuni er ikki greitt, um tað fær avleiðingar, um starvsfólk hjá flogfelagnum hava brotið tagnarskylduna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114