Lønirnar minka aftur

Lønirnar minka aftur
Seinastu sjey mánaðirnar hevur afturgongd verið í lønarútgjaldingum í fiski- og alivinnuni sammett við mánaðirnar frammanundan
Eftir eitt upplop eru lønirnar í fiskivinnuni aftur farnar at minka. Upplopið í bólkinum fiski- og alivinna byrjaði á heysti í fjør og vardi til í vár
 
19.10.2016 - 09:14

Eftir eitt upplop, sum Hagstovan nevnir tað, eru lønirnar í fiskivinnuni aftur farnar at minka. Upplopið í bólkinum fiski- og alivinna byrjaði á heysti í fjør og vardi til í vár.

Seinastu sjey mánaðirnar hevur fiski- og alivinnan havt afturgongd. Líkt er til, at fiskivinnan fer at leggja seg á sama stað sum fyri upplopið, sigur Hagstovan.

Meira útgoldið enn í 2015

Stóra framgongdin í fiskivinnuni í vár gjørdi, at fiski- og alivinnan rindaðu góð tíggju prosent meira í lønum og hýrum.

Men nú er hendan framgongdin í fiski- og alivinnuni minkað niður í knappliga níggju prosent.

Higartil í ár eru goldnar 1,25 milliardir krónur í lønum og hýrum í fiskivinnuni og alivinnuni, 102 milliónir meira enn í fjør vísa tøl hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114