Lóg um dagpengar dagførast

Lóg um dagpengar dagførast
Eftir nýggjár verður bara ein lóg um dagpengar, tí lógin um sjúkratrygd til fiskimenn verður strikað
 
19.10.2016 - 11:07

Fiskimenn koma undir dagpeningalógina sambært lógaruppskoti, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, legði fram týsdagin.

Lógin um sjúkratrygd hevur sama endamál sum dagpeningalógin. Hon er bara galdandi fyri mynstraðar fiskimenn í minstulønarskipanini.

SÍ EISINI Betri skipan til fiskimenn

Trygdargrunnurin umsitur sjúkratrygdina. Fiskimenn verða sambært uppskotinum ikki verri fyri, hóast lógin um sjúkratrygd verður strikað.

Játtanin í fíggjarlógini til sjúkratrygd hjá fiskimonnum, sum er 4,6 milliónir, dettur burtur. Men játtanin til dagpeningaskipanina má síðani hækka 4,6 milliónir krónur.

Landskassin fær væntandi 1,1 millión í meirinntøku, tá lógarbroytingarnar eru framdar. Reiðaríini skulu endurrinda Almannaverkinum fyri fyrsta og annan fráverudag hjá fiskimonnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114