Stórur áhugi fyri nýggjari føroyaflúgving

Stórur áhugi fyri nýggjari føroyaflúgving
SAS hevur selt fleiri enn 100 ferðaseðlar um dagin síðani flogfelagið kunngjørdi, at tað byrjar føroyaflúgving 26. mars
Stórur áhugi er fyri nýggju rutuni hjá SAS millum Keypmannahavn og Vágar, sum byrjar 26. mars næsta ár
 
18.10.2016 - 07:58

Stórur áhugi er fyri hjá nýggju rutuni hjá SAS millum Keypmannahavn og Vágar, sum byrjar 26. mars næsta ár.

Síðani rutan varð kunngjørd fyri einari viku síðani, hevur SAS selt fleiri enn 100 ferðaseðlar um dagin, skrivar heimasíðan, check-in.dk

SÍ EISINI SAS byrjar føroyaflúgving

Tað er sera nógv, tá havt verður í huga, at rutan byrjar ikki fyrr enn um fleiri mánaðir, skrivar heimasíðan.

- Áhugin er ovurhonds stórur, nógv størri enn væntað, sigur kunningarleiðarin hjá SAS, Mariam Skovfoged, við Check-in.dk.

Áhugi eisini í Avstralia

Tað eru ikki bara føroyingar, sum hava víst rutuni áhuga, sigur hon. Ferðaseðlar eru eisini keyptir fleiri staðni í Avstralia, og tað vísir, at Føroyar eru áhugaverdar sum ferðamál, sigur Mariam Skovfoged. 

Bíligasti einvegis ferðaseðilin hjá SAS á farleiðini millum Keypmannahavn og Vágar kostar 649 krónur.

SAS fer at nýta Airbus 319-flogfør, sum taka 141 ferðafólk, og Airbus 320-flogfør, sum taka 168 ferðafólk, á rutuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114