Samráðingarnar byrja í dag

Samráðingarnar byrja í dag
Árligu samráðingarnar millum strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild byrja nú
 
18.10.2016 - 11:30

Eygleiðaralondini eru eisini eru boðin við, sigur Fiskimálaráðið í tíðindaskrivi. Hesa vikuna samráðast londini um makrel.

Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um makrel hesaferð eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017 eftir at ICES kom við sínum tilmæli herfyri og at royna at víðka makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar.

Samráðast um svartkjaft og norðhavssild í næstu viku

Stóru politisku málini á skránni til samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild eru at áseta mest loyvdu veiðu fyri 2017.

ICES kom herfyri við sínum tilmælum í royndini at royna at gera nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av ávikavist svartkjafti og norðhavssild.

Londini, sum samráðast, eru Føroyar, Evropasamveldið, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114