Avgerðin fellur í dag

bannari
Avgerðin fellur í dag
Løgtingið skal í dag at taka støðu til, hvør hitaloysn verður á Glasi. Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini taka ikki undir við broytingaruppskoti
Løgtingið fer í dag at taka støðu til, um Glasir skal hitast bæði við jarðhita og fjarhita
 
18.10.2016 - 08:46

Løgtingið fer í dag at taka støðu til, um Glasir skal hitast bæði við jarðhita og fjarhita.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skeyt upprunaliga upp fyri tinginum, at Glasir skuldi hitast við jarðhita. Tað varð mett at kosta 13,4 milliónir krónur.

Bað um meira pening

Landstýriskvinnan bað tí um at hækka upphæddina í verklagslógini fyri Glasir, úr 515 milliónum upp í 528,4 milliónir krónur.

Tá uppskotið hevði fingið fyrstu viðgerð í tinginum og var farið í Fíggjarnevndina, kom fram, at Fjarhitafelagið eisini segði seg kunna veita eina umhvørvisliga orkuloysn. 

Rigmor Dam bað síðani partarnar um semjast, og loysnin var, at Glasir bæði skal hitast við jarðhita og fjarhita.

SÍ EISINI Málið komið í Løgtingið

Henda loysnin verður mett at kosta átta milliónir krónur og ikki 13,4 milliónir, sum Rigmor Dam bað tingið um. 

Samgonguumboðini í Fíggjarnevndini, Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Kristin Michelsen og Pauli Trond Petersen, taka undir við broytingini.

Tey mæla til, at upphæddin í verklagslógini verður 523 milliónir krónur, ella 5,4 milliónir minni enn í upprunaliga uppskotinum. Atkvøtt verður um hesa broytingina í tinginum í dag, tá málið kemur til aðru viðgerð.

Taka ikki undir við uppskoti

Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, taka ikki undir við uppskotinum og mæla tinginum frá at samtykkja tað.

Eingin av pørtunum, sum varð settur at gera eina felags hitaloysn, so Glasir verður hitaður við bæði jarðhita og fjarhita, tekur undir við hesi loysnini.

Teimum varð álagt at finna eina semju. Tað gjørdu partarnar, men teir taka ikki undir við semjuni, siga andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519