Ikki umrøtt málið

Ikki umrøtt málið
Í Kommunufelagnum hava tey als ikki tosað um, at SEV ikki bjóðar út arbeiði fyri hundraðtals milliónir krónur
Kommunufelagið hevur ikki ummrøtt eitt mál hjá SEV, ið ikki hevur bjóðað arbeiðið fyri hundraðtals milliónir krónur á Sundsverkinum út
 
17.10.2016 - 08:51

Allar kommunurnar eiga SEV, og allar kommunur eru í Kommunufelagnum. Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, sigur, at har er hetta málið hjá SEV als ikki umrøtt.

Men fríggjadagin verður borgarstjórafundur, har sum allar kommunur vera umboðaðar. Málið um stórarbeiðið hjá SEV, sum ikki er boðið út, er ikki á skránni fyri fundin.

SÍ EISINI Halda seg vera fyri vanbýti

Men tað kann væl vera, at tað verður viðgjørt kortini, tí orðið er frítt á fundinum, sigur Eyðun Christiansen. Hóast kommunurnar eiga SEV, er ikki beinleiðis samband millum SEV og Kommunufelagið.

Aðalfundurin hjá SEV er hægsti myndugleikin. Á aðalfundinum eru umboð fyri allar kommunur. Tey velja sjey kommunustýrislimir úr øllum landinum í nevndina, sum er yvirstjórnin hjá SEV.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114