Ein fjórðingur eftir av makrelkvotuni

Ein fjórðingur eftir av makrelkvotuni
Føroysku skipini hava fiskað 3/4 av makrelkvotuni í ár, vísa tøl av samlaðu veiðini av makreli frá 1. januar til 14. oktober 2016
 
15.10.2016 - 15:39

Tølini á heimasíðuni hjá Vørn vísa, at tilsamans eru fiskað 73.499 tons av makreli higartil í ár. - kvotan er 90.329 tons. 

Nótaskipini hava fiskað góð 31.900 tons, ísfiskatrolararnir sløk 13.300 tons og ídnaðarskip góð 10.300 tons.

8.784 tons eru fiskað av teimum 9.000 tonsunum, sum eru keypt á uppboðssølu.

Granskingarkvotan, sum er 1.795 tons, er uppfiskað, og tað er makrelkvotan hjá rækjuskipum, verksmiðjuskipum, ísfiskatrolanum og trolbátum eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114