Viðgera møguligt keyp

Viðgera møguligt keyp
Fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum fer í dag at viðgera fíggjarnevndarskjalið um 106 milliónir krónur til politistøðina í Havn
 
13.10.2016 - 09:58

Danski staturin skal keypa gamla bankabygningin í Húsagøtu og nakað av jørð við bygningin fyri 41,5 milliónir krónur.

58,7 milliónir skulu brúkast til umvælingar og nútímansgerð. Ætlanin er at byggja eina hædd, 600 fermetrar, oman á bygningin.

Sambært fíggjarnevndarskjalinum verður klárt hjá politinum at flyta inn í bankabygningin í Húsagøtu á sumri í 2018.

Fíggjarnevnd má góðkenna keypið

Nú eru meira enn tvey ár síðani, at danska Bygningsstyrelsen spurdi Tórshavnar kommunu, um til bar at keypa BankNordik bygningin, tí hann skal leigast Ríkispolitinum. 

8. januar í ár gjørdu Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna treytaða keypsavtalu. Treytin er, at fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum góðkennir keypið.

Tórshavnar kommuna keypti bygningin ú Húsagøtu frá BankNordik hálvan mai í 2013 fyri 40 milliónir krónur.

SKAT kann ikki meta bygningin

Sambært skránni fyri fundin hjá fíggjarnevndini verður fíggjarnevndarskjalið um bygningin í Húsagøtu viðgjørt í dag. Fundurin er klokkan 12:00 okkara tíð.

Fíggjarnevndin hevur spurt Hans Christian Schmidt, ráðharra, nærri um skattaviðurskiftini. Í fíggjarnevndarskjalinum stendur, at SKAT í Danmark kann ikki átaka sær at meta bygningin.

TAKS í Føroyum hevur boðað frá, í Føroyum verða fastognir ikki mettar skattaliga. Fíggjarnevndin spyr ráðharran, hvør vanliga mannagongdin hevði verið, um bygningurin var í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114