Lærlingar meiri skúlagongd

Lærlingar meiri skúlagongd
Lærlingar hava meiri skúlagongd, áðrenn teir fara í læru. Tí er skúlagongdin í lærutíðini styttri, og eisini er studningurin til læruplássini minni
 
12.10.2016 - 16:21

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur í svari til Bill Justinussen, at tað ber ikki til at leggja upp fyri hesum frammanundan, tí læruplássini taka lærlingar eftir tørvi og áhugmálum.

Tá komið er út í august, sæst, hvussu árið lagar seg, og hvussu nógv verður brúkt av játtanini til studning til lærupláss.

Játtanin til stunding til lærupláss næsta ár lækkar nakað, tí minni er goldið út seinastu árini, men lærligatalið er vaksið eitt sindur.

Í 2012 vórðu 229 lærusáttmálar skrivaðir, men í ár verða umleið 290, og næsta ár verður roknað við, at 300 lærusáttmálar verða gjørdir, sigur Rigmor Dam í svarinum til Bill Justinussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114