Leita enn eftir stjóra

Leita enn eftir stjóra
Samstundis sum leitað verður eftir nýggjum stjóra til Tryggingarfelagið Føroyar, eru viðtøkurnar hjá tryggingarfelagnum broyttar
 
11.10.2016 - 15:56

Nú tilnevnir nevndin í Tryggingarfelagnum stjórar, og ikki nevndin í Ognarfelagi tryggingartakaranna, sum viðtøkurnar søgdu frammanundan. Viðtøkubroytingin varð samtykt á eykaaðalfundi fyri einari viku síðani.

Tryggingarfelagið er farið í holt við at seta stjóra fyri Regin Hammer, sum varð sagdur úr starvinum hálvan juni, tí nýggja nevndin vil hava eina nýggja byrjan við nýggjum stjóra.

Stjórin í Betri Pensjón fyribils settur

Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, er fyribils settur stjóri í Tryggingarfelagnum. Onkur orðing í viðtøkunum um ársaðalfundin er eisini broytt. Í viðtøkunum stóð, at aðalfundurin skuldi vera fyri 1. juni. 

Men Tryggingarfelagið Føroyar skal lata Fíggjareftirlitinum ársroknskapin fyri 30. apríl, so tí má aðalfundurin vera fyri tann dagin.

Í viðtøkunum stóð eisini orðingin "allir partaeigarar", men bara einans partaeigari er í Tryggingarfelagnum Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114