Ivin takast í álvara

Ivin takast í álvara
Politikararnir eiga at taka ivan hjá nevndini, sum gjørdi uppskotið um fiskivinnunýskipan, í størsta álvara, sigur Arbeiðsgevarafelagið
Politikarar eiga at taka ivan hjá nevndini, ið gjørdi uppskotið um fiskivinnunýskipan, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
11.10.2016 - 08:21

Fiskivinnan er frammanundan ein vinna við týðandi váðum. Ein politiskur váði afturat verandi lívfrøðiligum og búskaparligum váðum er neyvan fremjandi fyri íløguhugin og langtíðar fokus í fiskivinnuni. 

Verður úrslitið færri váðafúsar íløgur og minni langtíðar fokus, kann tilfeingisrentan væntast at minka sum frá líður, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í sínum viðmerkingum um fiskivinnunýskipanina.

SÍ EISINI Uppboðssøla ikki gongda leiðin

Felagið sigur, at tað er alneyðugt at fáa eina breiða politiska semju um nýskipanina. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við tilmælinum um at fara frá fiskidøgum til kvotur, tí fiskidagaskipanin hevur spælt fallit, sum felagið sigur.

Felagið tekur eisini undir við meginregluni um mestu varandi veiðu. Eins og nýskipanarnevndin ivast Arbeiðsgevarafelagið í, um tað er rætt at selja øll fiskirættindi á uppboðssølu.

Vilja hava eina breiða semju

Vinnan hevur brúk fyri tryggum karmum og langtíðarrættindum fyri at fáa fígging til neyðugar íløgur. Umsetiligheit er betri enn uppboðssøla, tí umsetiligheitin ger, at rættindini enda hjá teimum mest effektivu fyritøkunum. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir staðiliga til at gera eina breiða semju, so fiskivinnan ikki verður kastibløka í einum politiskum spæli, har sum fortreytirnar broytast eftir hvørt løgtingsval. 

Felagið ávarar eisini móti at krevja ov nógvar pengar frá fiskivinnuni, tí so fær hon ikki kappast við onnur lond.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114