Fingu viðhald

Fingu viðhald
Bakkafrost fekk viðhald frá Kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini um fiskavirkisskipanina í einum máli um útgjald úr Fiskavirkisskipanini
 
05.10.2016 - 13:23

Arbeiðsloysistryggingin kravdi slaka hálva aðru millión krónur aftur frá Bakkafrosti. ALS helt uppá, at okkurt um 230 arbeiðsfólk í Bakkafrost-samtakinum av órøttum fingu pengar úr Fiskavirkisskipanini.

Fólkini vórðu send í feriu í ein mánað, frá 19. desember í 2014 til 19. januar í 2015, tí laksaprísurin var lágur sambært ALS. Tí høvdu tey ikki rætt til pengar úr Fiskavirkisskipanini.

SÍ EISINI Krevja 1,5 milliónir frá Bakkafrosti

Talan var ikki um rávørutrot. Bakkafrost heldur, at hendan niðurstøðan er skeiv. Eingin laksur var at arbeiða hesar vikurnar sigur fyritøkan.

Arbeiðsloysisskipanin tvíheldur um, at Bakkafrost hevði laks at arbeiða í desember 2014. Men virkið tók við vilja ikki laks eina tíð, tí laksaprísurin var so lágur, sigur ALS.

Ein slík støða gevur ikki rætt til pengar úr fiskavirkisskipanini, sigur ALS. Bakkafrost kærdi tíðliga í vár avgerðina hjá ALS. Kærunevndin tók avgerð fríggjadagin.

SÍ EISINI Støða ikki tikin til kæru enn

Grundað á eina heildarmeting er Kærunevndin komin til ta niðurstøðu, at orsøkin til steðgin hjá Bakkafrosti var tørvandi fesk rávøra ella líknandi umstøður, sum tað stendur í kunngerðini.

ALS kann ikki kæra avgerðina, men kann fara í Føroya rætt við henni. ALS hevur ikki tikið nakra avgerð enn, men stýrið í ALS hevur fund tann 20. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114