Norðmaður leyslatin á Filipsoyggjunum

Norðmaður leyslatin á Filipsoyggjunum
Eftir eitt heilt ár sum gísli, er Kjartan Sekkingstad í dag sloppin leysur
Tveir kanadiskir gíslar vóru ikki eins hepnir. John Ridsdel og Robert Hall vórðu myrdir av gíslatakarunum í apríl.
 
17.09.2016 - 16:30

Normaðurin Kjartan Sekkingstad er í dag leyslatin.  Kjartan Sekkingstad hevur verið hildin gísli á Filipsoyggjunum av islamistiska yvirgagnsfelagsskapinum Abu Sayyaf. 

Kjartan Sekkingstad er enn  á Filipsoyggjunum, men Norska uttanríkismálaráðið váttar sambært NRK, at ein avtala er komin í lag við gíslatakararnar, og at Kjartan Sekkingstad ikki longur verður hildin gísli.

Abu Sayyaf hevur hildið normannin sum gísla í  eitt heilt ár. Fyrstu tíðina vóru tveir kanadiskir menn eisini hildir sum gíslar saman við Kjartan Sekkingstad, men hesir báðir vóru tiknir av døgum av gíslatakarunum í apríl. 

Abu Sayyaf er ein yvirgangsfelagsskapur, sum stríðist fyri einum islamiskum stati í sunnara partinum av Filipsoyggjunum. Yvirgangsfelagsskapurin hevur brúkt gíslatøkur til at fíggja yvirgangsvirksemi hjá felagsskapinum. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109