Vápnahvíldin í Sýria longd

Vápnahvíldin í Sýria longd
USA og Russland eru samd um at leinga fyribils vápnahvíldina í Sýria í 48 tímar. Tað hava uttanríksiráðharrarnir í báðum londum tingast um í gjár
Avtalan um vápnahvíld í Sýria er longd 48 tímar. Ein týdningarmikil partur av avtaluni er, at ongar forðingar verða settar fyri latnari neyðhjálp. Á myndini kemur neyðhjálp til býin Darayya 1. juni
 
15.09.2016 - 08:22

Avgerðin er tikin, so at meiri neyðhjálp kann flytast til landið. Tað sigur talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðharran, sambært Returs-tíðindastovuni.

SOHR, sýriski eygleiðingarstovunurin fyri mannarættindi, boðaði í gjár frá, at hann hevur ikki skrásett eitt einasta dráp hesa bæði samdøgrini, meðan vápnahvíld hevur vart.

SÍ EISINI Óvissa um ætlaða vápnaavtalu

Avtalan kom í gildi í gjárkvøldið klokkan sjey, lokala tíð. Tað hevur enn ikki eydnast Sameindum Tjóðum at fáa neyðhjálp inn í landið.

Týsdagin skrivaði Reuters um eitt eygnavitni við markið, sum hevði sæð fleiri bilfylgi við neyðhjálp koyra inn í Sýria úr Turkalandi.

Fólkið í kringsettum býum bíða enn eftir hjálp. Neyðhjálp sleppur møguliga inn í landið í dag sigur ST. Bilarnir standa framvegis turkisku megin markið og bíða. 

SÍ EISINI USA og Russland samráðast um vápnahvíld í Sýria

Týsdagin var tað ov hættisligt hjá lastbilum hjá ST at koyra inn í krígsherjaða landið. Tað segði Jens Lærke, talsmaður fyri neyðhjálparskrivstovuni hjá ST, við Danmarks Radio.

Týdningarmikil partur av avtaluni um vápnahvíld er, at neyðhjálp skal veitast áhaldandi, og at ongar forðingar verða settar fyri hjálpina í kringsettu økjunum í Sýria.

Í eystara parti í Aleppo, har uppreistrarfólk hava valdið, eru umleið 250.000 fólk, sum hava verið hildin aftur í umleið tveir mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109